Trý føroyingalið spældu dyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Staðfestast má, at úrtøkan var sera misjøvn.
Beint norðanfyri týska markið tóku Teis Horn Rasmussen og hinir í TMS Tønder móti Skive, ið liggur næstfremst í deildini. Í fyrra hálvleiki gekk væl í hond hjá Tønder. Tá liðini fóru til stegðin var støðan javnleikur 16-16. Í seinna hálvleiki gekk minni væl, og endin var, at Skive vann 35-28.
Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál fyri TMS Tønder í kvøld.
Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring vóru vónríkir um at fáa úrtøku móti botnliðnum, Odense á útivølli, men tað teir máttu fara heimaftur við ongari úrtøku. Odense vann 29-28. Odense skoraði sigursmálið tá 14 sekund vóru eftir av dystinum. Í steðginum var Odense á odda 15-13.
Rókur Akralíð skoraði tvey mál fyri HEI Skæring í kvøld.
Munandi betri gekk hjá liðnum Brandi Halgirssyni, Ajax. Ajax vann á heimavølli 38-30 á Nordsjællandi. Í steðginum var Ajax á odda 23-14.
Nú fara Rókur, Teis og Brandur at fyrireika seg saman við føroyska landsliðshópinum at spæla móti Ukraina úti 10. mars og heima 14. mars, og móti Kekkia úti 12. mars í EM-undankappingini.
Støðan:
| Nr. | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | Nordsjælland | 21 | 37 |
| 2 | Skive fH | 21 | 36 |
| 3 | HC Midtylland | 21 | 27 |
| 4 | Ajax | 20 | 25 |
| 5 | HØJ | 20 | 25 |
| 6 | Sydhavsøerne | 20 | 23 |
| 7 | Grindsted | 20 | 22 |
| 8 | Skovbakken | 20 | 19 |
| 9 | Otterup HK | 20 | 18 |
| 10 | HEI Skæring | 21 | 17 |
| 11 | Tønder | 21 | 15 |
| 12 | Vendsyssel | 19 | 8 |
| 13 | HC Odense | 21 | 7 |
| 14 | SUS Nyborg | 19 | 5 |










