Tvey fólk vórðu rakt av skotum á Nørrebro í Keypmannahavn í kvøld Løgreglan í Keypmannahavn fekk boð um skottilburðirnar beint eftir klokkan níggju í kvøld.
Annað fólkið varð rakt í ryggin og hitt í beinið, sigur løgreglan.
Vitni hava greitt løgregluni frá, at tey hoyrdu minst trý skot, og løtu seinni fór ein bilur við nógvari ferð frá staðnum, har skotið varð, sigur TV2 frá løgregluni, sum nú hevur avbyrgt økið.
Tað hava verið fleiri skottilburðir í Keypmannahavn í seinastuni, og løgreglan heldur, at talan er um eina uppgerð millum viðhaldsfólk hjá Hells Angels og innflytaraharkalið, sum stríðast um rúsevnamarknaðin í býnum.