Tvey fólk meldað fyri at stjala nátungar

Ein bóndi hevur meldað tvey fólk fyri at ganga í haganum og stjala nátungar

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at tvey fólk høvdu verið í einum haga og stolið nátungar. Løgreglan sigur, at tey vóru meldað fyri at hava tikið sær ein nátunga í part.

 

Men bóndin, sum átti hagan, varnaðist hvat fór fram og hann gjørdi ikki mætari enn at melda.

 

Løgreglan sigur, at málið verður viðgjørt sum eitt brot á veiðilógina. Løgreglan leggur afturat, at fólk kunnu ikki ganga inni á ogn hjá øðrum at veiða og tískil er málið tikið upp til viðgerar hjá løgregluni.