Tvey ensk stórfeløg ætla sær Falcao

Argir kappingarneytar hjá Manchester United ætla sær kolumbianska framherjan

Kolumbianski framherjin hjá Manchester United, Radamel Falcao hevur ikki verið so nógv at sæð úti á vøllinum hetta kappingarárið. Kortini eru tað nøkur ensk stórfeløg, ið kundu sær at fingið leigusveinin hjá United í sín hóp.

 

Manchester United hevur ikki givið endalig boð um teir vilja geva Falcao ein sáttmála, og tí byrjar at frættast um onnur feløg, ið vilja bjóða Falcao ein slíkan.

 

Eftir tí, sum er at frætta í suðuramerikonskum fótbóltsmiðlum, so vil Chelsea sleppa at bjóða uppá Falcao, og sambært somu miðlum hevur Liverpool FC havt samband við umboðsmannin hjá Falcao. So nú verður spennandi at síggja hvar kolumbianski framherjin endar komandi kappingarár.