Tvey fólk doyðu á føroysku vegunum í fjør.
– Tað eru tvey ov mong, men líta vit nøkur ár aftur, síggja vit, at hetta er fimta árið á rað, har eitt ella tvey fólk eru deyð í ferðsluni og tað er munandi lægri enn fyri fáum árum síðani.
– Við tað at hagtølini fyri Føroyar eru smá, sveiggja tey nakað, men sum tey hava ligið seinastu fimm árini, hava tey verið lækkandi á sama stigi sum í øðrum norðurlondum.
– Tó skulu vit bara aftur til 2007, tá heili sjey fólk doyðu í ferðsluni, sigur Brynhild Høgnadóttir, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hon vísir á, at talið á ferðsluóhappum, sum eru boðað frá hjá politinum, hevur verið støðugt lækkandi seinastu árini.
Í fjør vóru 642 fráboðanir aftur ímóti 715 óhappum árið fyri.
Fyri rúsdrekkakoyring og vantandi nýtslu av trygdarbelti, eru færri mál, men tá ið tað kemur til at koyra ávirkað av rúsevnum og heilivági kann staðfestast ein øking.
Eisini er talið á ferðsyndarum munandi hækkað við tað, at næstan 1000 fólk vórðu tikin fyri at bróta hámarksferðina í farna ári.
Rákið við færri vanlukkum sæst eisini í okkara grannalondum.
Tað eru fleiri orsøkir til tað, men avgerandi frágreiðingin er, at fólk í ferðsluni eru meiri ansin og tilvitað, enn fyri fáum árum síðani.
Tá ið husað verður um, at fleiri enn 9 av 10 ferðsluvanlukkum henda av menniskjansligum ávum, kunnu vit siga, at hugburðurin er batnaður við lækkandi talinum av vanlukkum og deyðum í ferðsluni.