Tvey deyð og 14 særd av skotum í skúla í Texas

Illgerðarmaðurin er handtikin, skrivar tíðindastovan AP um skottilburð í einum skúla í býnum Uvalde í Texas.

 

Tvey børn er deyð, og 14 børn eru særd í einum skottilburði í Texas. Tað skriva amerikanskir miðlar sambært AFP.

Skottilburðurin var í býnum Uvalde 135 kilometrar vestan fyri San Antonio í syðra partinum av Texas í einum smábarnaskúla.