Ein bilspreingin í Reyhanli í syðrapartinum av Turkalandi nærindis markið til Sýria hevur kostað tveimum monnum lívið.
Tað upplýsir almenna tíðindastovan Anadolu.
Recep Tayyip Erdogan, forseti, sigur, at tað var ein bumbuspreingin, skrivar Reuters.
Tær fyrstu kanningarnar vísa, at tað kann hava samband við yvirgang, sigur hann.
Spreinginin var 750 metrar frá eini stjórnarskrivstovu.
Fleiri sjúkrabilar og løgreglubilar eru sendir á staðið.
Ein bilbumba í Reyhanli kostaði 52 fólkum lívið í 2013. Nógv av teimum dripnu vóru sýriskir flóttar.
Tað segði Turkland, at tað var sýriska fregnartænasta, sum hevði ábyrgdina.
/ritzau/AFP