Tað eru nógvir smáir skúlar í Føroyum, og tað eru eisini fleiri skúlar, har bygdirnar eru vorðnar so smáar, at eingin skúlagongd er yvirhøvur.
Tískil eru skúlarnir niðurlagdir sum skúlar og tey børn, ið enn eru, ganga í skúla í onkrum av grannabygdunum.
Í gjár løgdu tey, sum varða av Facebook-síðuni hjá Dímunargarði í Stóru Dímun, út viðheftu mynd av tveimum skúlanæmingum og lærara.
- Hetta skúlaárið vera tveir næmingar í Dímunar skúla. Umframt Óla Jákup, sum gongur í 3. flokki, er Andrea byrjað í 1. flokki. Ólavur Mørkøre er lærari, og verður hetta hansara triðja ár her hjá okkum.
Á Dímunargarði siga tey, at børnini fyrstu tvær vikurnar av nýggja skúlaárinum hava gingið í skúla í Vestmanna.
- Dagurin í gjár var tann fyrsti skúladagurin her í Dímun, verður lagt aftrat.
Vit kunnu skoyta uppí, at hetta varð lagt út á Facebook-síðuna í gjár, og tað merkir, at fyrsti skúladagur í Stóru Dímun var mánadagin, hin 30. september.