Bretska løgreglan hevur tikið tvey fólk afturat í sambandi við, at tveir franskir studentar vórðu myrdir í London Løgreglan í London sigur, at hon hevur tikið ein 25 ára gamlan mann og eina 25 ára gamla kvinnu, tí illgruni er um, at tey hava samband við tilburðin, tá tveir franskir studentar vórðu myrdir í býnum herfyri.
Frammanundan hevur ein 33 ára gamal maður sjálvur boðað løgregluni frá, at hann myrdi teir báðar fransmenninar.
Gabriel Ferez og Laurent Bonomo varð stungnir ávikavist 47 og 196 ferðir. Síðani vórðu líkini brend.









