Tvey 1.deildarfeløg hava sýnt Súna Fríða Johannesen áhuga, eftir at hann varð loystur úr sáttmála sínum við GÍ. ? Eg havi fingið tveir fyrispurningar frá tveimum feløgum í 1.deild, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr, sigur Súni FríðI í viðmerking til Sosialin.
Súni FríðI leggur dent á, at hann ætlar sær at finna eitt felag, Ið ikki liggur ov langt frá heimbygdini Kvívík. -Tíðin til fótbólt er ikki so góð sum áður, og tí hevðI verið best, um eg slapp frá at ferðast ov nógv til venjing. Eg skal eisini byggja hús í vár, og tí havi eg ikki tíð at venja meir enn 3-4 ferðir um vikuna, og tað verða fortreytirnar hjá tí felagnum, eg fari at leika við í ár, greiðir Súni FríðI frá.
Súni FríðI breyt beinið í november mánað, og venur í løtuni sjálvur. Uppvenjingin gongur væl, og sjálvur væntar hann heilt skjótt at kunna venja við bólti.
Mynd: Suni FríðIð
Framherjin Súni FríðI Johannesen ætlar sær at finna eitt felag, Ið ikki liggur ov langt frá heiminum í Kvívík.
Mynd: Savnsmynd