Tveitið ikki fýrverk í bálið

- Veðurforsøgnin boðar frá nógvum vindi. Tí eiga fólk at hugsa seg væl um og fylgja treytunum fyri brenning, siga tey í Tórshavnar kommunu.

- Nú tað stundar til árligu nýggjársbálini gamlaárskvøld, er tíðin eisini komin til at søkja um loyvi at brenna bál hjá teimum, sum hava í hyggju at brenna nýggjársbál. Veðurforsøgnin boðar frá nógvum vindi, tí vilja vit heita á tykkum um at hugsa tykkum væl um og fylgja treytunum.

 

Tað siga tey í Tórshavnar kommunu í dag, har tey á síni heimasíðu - torshavn.fo - vísa til leinkju við oyðublaði, har søkt verður um loyvi at brenna. Víst verður eisini til heimasíðuna http://www.beredskabservice.net/ Eru spurningar ber eisini til at tosa við Sløkkiliðsstøðina á tlf. 302100.

 

Lagt verður aftrat, at umsóknir um loyvi at brenna bál í Tórshavnar kommunu skulu sendast fyri 31. desember 2018 klokkan 12.00. Á heimasíðuni hjá kommununi verður eisini víst til tær treytir, sum eru galdandi, tá brennast skal, og her verður eitt nú víst á, hvat kann brennast, og hvussu stórt bálið í mesta lagi kann verða. Staðiliga verður mælt til, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.

 

- Treytirnar skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini, siga tey í Tórshavnar kommunu í dag.