- Hyggja vit at teimum tænastum, sum landið veitir, kunnu fleiri teirra veitast út.
Tað sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Talan kann eitt nú vera um vasking, matgerð, KT, eftirlit, tænastur á eldraøkinum ella flutningur.
- Tá ein stovnur fær eina ávísa játtan, er tað ikki vist, at hugsað verður um vasking fyrst og fremst. Er tað hinvegin ein privatur, ið hevur hetta øki um hendir, verður tað gjørt so effektivt, sum tilber, sigur Jørgen Niclasen.
Men hetta skal alt gerast við gjøllari umhugsan.
- Vit fara ikki at spara pening her og nú, men upp á sikt verður sparingin millum 15% og 20%, sigur Jørgen Niclasen.
Útveiting er framd í onkrum av ráðunum, men nú skal Fíggjarmálaráðið standa fyri einari miðvísari útveitan.
- Endamálið er at fáa meira fyri minni, og tað fáa vit við at útveita eina røð av tænastum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.