Tveir tunlar

Úr køksvindeyganum síggi eg inn á Nes. Strekkið er stutt, men tað er langt at koyra úr Hoyvík

Nú skal politiska skipanin viðgera, hvussu tunnilin millum hesar báðar bygdir skal raðfestast í mun til aðrar íløgur.

 

Serliga er eitt vandamál, og tað er, at løgtingið hevur samtykt, at tunnil ikki bert skal gerast til Sandoynna, men eisini til Suðuroyar.

 

Hetta er ein verkætlan, sum loysir seg avbera væl.

 

Sum er noyðist tað almenna at halda uppi sambandinum við hesar oyggjar, og tað kostar skattgjaldarunum og ferðafólki umleið hundrað milliónur krónur um árið. Gera vit í staðin íløgu í tunlar til hesar oyggjar, spara vit hesar alstóru árligu rakstrarútreiðslurnar og fáa harafturat eitt nógv betri samskifti í lag við henda tíggjundapart av landi okkara.

 

Fyri tey fólk, sum har búgva, kemur hetta fyrst og fremst at merkjast á tann hátt, at virðið av húsum teirra fer upp. Tað er kanska í so høgt sett, at tað verður eina millión fyri hvørt húsið, men nøkur hundrað túsund fer tað í hvussu so er at verða talan um. Hendan virðisøking kemur av tí, at tunlarnir fara at gera tað lættari hjá vinnulívinum at fáa arbeiðsmegi til og frá, og at tað tí verður hugaligari at búgva í hesum tí heitasta partinum av landi okkara.

 

Spurningurin er bert, um hetta er ein íløga sum vit kunnu gera her og nú.

 

Hesum er neyvan nakað at ivast í.

 

Í løtuni er talan um ein ávísan stíg í tí framburði, sum hevur verið í nøkur ár. Tí kann hugsast, at vit fara at fáa nakrar tómar hendur, sum kundu verið nýttar til eina slíka stóra verkætlan. Tey sum hava ríkiligt gjaldføri, hava ilt við at fáa rentu av íløgunum. Rentan gerst tí lág. Tá ber til hjá tí almenna at taka upp lán til slíkar verkætlanir sum hesa, og tí er júst nú rætta løtan at fylgja løgtingssamtyktini um at gera tunnil til Suðuroyar.

 

Men hvat so við tunlinum inn á Nes?

 

Tann dag, ið tað almenna sleppur frá at gjalda raksturin av siglingini til oyggjarnar sunnanfyri, fara vit at hava ráð til mangt og hvat, og tá kemur tunnilin millum Hoyvík og Nes at vera heilt ovarliga á breddanum.