Nú eru 62 prosent av føroyingum alt ov feitir

Vit eiga at fáa nógv hægri avgjøld á ósunnum mati, og góðgæti, siga tey, sum hava skrivað nýggju krabbameinsætlanina

Fólk, sum eru ov feit, eru í størri vanda fyri at fáa 13 sløg av krabbameini enn onnur eru. Og sum heild verður mett, at fiti er ein høvuðsorsøk til, at alsamt fleiri fólk fáa krabbamein. Tað staðfesta tey, sum hava skrivað nýggju krabbameinsætlanina, sum nú er handað landsstýrinum.

 

Og støðan vara versnar, tí sum tað sæst á talvuni niðanfyri, veksur talið á fólki, sum eru alt ov feit. Serstakliga hjá kvinnunum er vøksturin ógvusligur.

 

##med2##´

 

Tølini vísa, at 62 prosent, ella næstan tveir triðingar, av føroyingum, viga alt ov nógv og av londunum rundan um okkum, er tað bara í Íslandi, at støðan er líka ring sum í Føroyum. Kanningar vísa somuleiðis, at eisini børnini í Føroyum viga meiri enn børnini í øðrum londum og tey eru eisini í nógv verri konditión.  

 

Kanningar vísa, at tað er nágreiniligur samanhangur er ímillum yvirvekt sum barn og yvirvekt sum vaksin, so verður einki gjørt, fer trupulleikin, sum longu er sera stórur, bara at vaksa.

 

Tað eru eisini góð vísindalig prógv fyri, at kropslig venjing fyribyrgir krabbameini tarmunum, brósunum, bløðruni og í prostata. Harumframt at eru eisini sterk prógv fyri, at fólk, sum eru kropsliga virkin, og sum fáa krabbamein, hava munandi betri møguleikar at yvirliva enn fólk, sum eru óvirkin.

 

Tey siga, at tí eiga skipanir at verða settar í verk, sum eggja fólki til at røra seg meiri. Men myndugleikarnir eiga eisini at seta skipanir í verk, sum eggja fólki at eta sunt. Ein máti at gera tað upp á, er at seta høg avgjøld á ósunnar matvørur og at lækka prísin niður á sunnum matvørum, soleiðis at øll hava ráð at keypa heilsugóðan mat.

 

Millum annað metir Fólkaheilsuráðið, at myndugleikarnir eiga at virka fyri at tryggja, at allir dagstovnar, og skúlar, fáa kantinur við heilsugóðum mati til børnini. Samstundis eigur upplýsing um heilsugóðan mat at verða styrkt, og undirvísingartilfar eigur at vera gjørt til dagstovnar og skúlar.

 

– Sambært kanningum hjá Fólkaheilsuráðnum, er samband ímillum útbúgvingina hjá fólki og hvussu illa tey roykja og drekka, hvussu lítið tey røra seg, og vánaligir kostvanar. Sostatt stendur nógv verri til hjá teimum við lágum útbúgvingum, enn teimum við høgum útbúgvingum.

 

Samfelagið eigur at tryggja, at øll børn fáa nokk av kropsligari rørslu á dagstovnum og í skúlum. Í hesum sambandi eigur ein rørsluætlan eigur at verða løgd fyri alt landið og síðani eigur hon at verða sett í verk á øllum dagstovnum og skúlum, siga tey í Krabbameinsætlanini.