Løgreglan steðgaði í gjár tveimum bilførarum í Eysturoynni, ið høvdu ov høga ferð. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Báðir bilførararnir blivu tiknir um tvey tíðina í gjár. Fyrri bleiv steðgaður, tá løgreglan máldi viðkomandi til at koyra 103 kilometrar um tíman. Fimtan minuttir seinni tók løgreglan seinna bilføraran, ið varð máldur at koyra 102 kilometrar um tíman.
Báðir bilførarar verða revsaðir fyri at koyra ov skjótt, og fáa eina bót og eitt klipp í koyrikortið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.