Javnaðarflokkurin
----
Í dag fer løgtingið at viðgera uppskot frá Javnaðarflokkinum um, at næmingar í 9. flokki skulu hava tveir tímar um vikuna í samfelagsfaki.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Javnaðarflokkurin, at næmingar í 9. flokki fáa ov lítla frálæru um nútíðar samfelagsviðurskifti, tí lærugreinin er tengd saman við søgu, sum eisini er ein týðandi og umfatandi lærugrein.
– Tá lærarin bæði skal røkka samfelagsfaki og søgu teir tveir tímarnar um vikuna, er avmarkað, hvussu víða um til ber at fara, sigur Rigmor Dam, umboð Javnaðarfloksins í skúla- og mentamálum, sum hevur reist málið.
Í uppskotinum verður víst til, at í námsætlanini fyri søgu og samtíð verður ómetaliga lítil dentur lagdur á nútíðar samfelagsviðurskifti, meðan tað, sum farið er, far lutfalsliga stóra rúmd. Tí mælir Javnaðarflokkurin til, at lærugreinin samfelagsfak verður kravd lærugrein tveir tímar um vikuna í 9. flokki, og at lærugreinin Søga og samtíð verður broytt til Søga, sum eisini er tveir tímar um vikuna.
Javnaðarflokkurin ynskir við hesum uppskotinum at uppraðfesta tann partin av endamálsorðing fólkaskúlans sum sigur, at “..skúlin skal búgva næmingarnar til innlivan, sam avgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði”.
Víðari sigur flokkurin, at tað er vanligt, at næmingar í framhaldsdeildini gerast politiskt og samfelagsliga tilvitaðir. Við lærugreinini samfelagsfak brynja vit næmingarnar til at vera virknar og upplýstar samfelagsborgarar í fólkaræðisliga samfelagnum. Treytin fyri einum virknum og frælsum fólkaræði eru upplýstir borgarar. Tí eiga øll at fáa innlit í, hvussu samfelagið er skipað, meðan tey enn eru í fólkaskúlanum.
Undir verandi kørmum er vandi fyri, at parturin um nútíðar samfelagið dettur niðurímillum og at okkara ungdómur tí ikki fær kunnleika til samfelagsviðurskifti fyrr enn á miðnámi. Fyri tey, sum ikki fara víðari í skúlaskipanini, merkir hetta, at tey fáa onga frálæru um samfelagsviðurskifti áðrenn tey ítøkiliga skulu út at taka lut í fólkaræðinum, tá ið tey fáa rætt at atkvøða sum 18 ára gomul.
Í uppskotinum sigur Javnaðarflokkurin eisini, at uppskotið er byrjanin til eina meira umfatandi ætlan, har fólkaræði gerst ein størri partur av gerandisdegi fólkaskúlans. Næsta stigið á leiðini eigur at vera lærugreinin “Fólkaræði” sum kundi komið inn tveir tímar um vikuna longu frá 1. flokki. Ein slík lærugrein skuldi fevnt floksins tíma, sum varð avtikin fyri nøkrum árum síðani, næmingarráðsarbeiði og sum heild at viðgera og arbeiða fólkaræðisliga, bæði í flokkinum, skúlanum, lokaumhvørvinum, býnum/bygdini, landinum, norðurlondum og heiminum.
Í uppskotinum er ein røð av evnum, sum til ber at viðgera í samfelagsfaki, so sum: Arbeiðsmarknaður, vald og ávirkan – lokalt og globalt, miðlar og tøkni, vælferðarsamfelagið, javnstøða, løgting og kommunur, val og valskipanir, valstríð og veljarakanningar, fólkaræði, politiska skipanin, politiskar hugsjónir og flokkar, vinna og tilfeingi – fiskur, olja, aling, búskapur – tjóðar - og húsarhald, globalur búskapur, búskaparliga ringrásin, áhugafelagsskapir, stjórnarskipan, politisk filosofi, altjóða politikkur, menning og ídnaður, norðurlendska samstarvið, umhvørvið og ávirkan, ríkisfelagsskapurin, bólkar og felagsskapir, brotsverk og revsing, rættarsamfelagið, livikor og livihættir, hagtøl, einstaklingurin í felagsskapinum, familjumynstur, bústaðarviðurskifti, brúkaramál, sosialur arvur, marginalisering, racisma og fremmandahatur, mentanarlig eyðkenni og fjølbroytni, samleiki og sosialisering, lívsstílur og forbrúk…
Kostnaðurin fyri tveir tímar í samfelagsfrøði um vikuna í 9. flokki hevði verið áleið 1 mió. kr. árliga. Hetta kundi eitt nú verið fíggjað við midlum frá lærugreinini týskt, sum ikki longur er kravd lærugrein fyri at sleppa á miðnám, og sum tískil er í stórari minking.
Á aðalfundi hjá Sosialistisk Ung í 2012 heitti ungmannafelag Javnaðarfloksins á tingmanning floksins um at reisa málið um samfelagsfak í fólkaskúlan. Tá legði Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, líknandi uppskot fyri tingið, sum tó fall. Flokkurin fall tó ikki í fátt, men roynir nú málið á øðrum sinni.