Sunnudagin verða stórsteypadystir í hondbólti millum kvinnu- og mansliðini, ið stóðu seg best í kappingini í fjør.
Hetta er er eitt afturvendandi samstarv ímillum Lions klubbin í Havn og Hondbóltssambandið, og dystirnir verða í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Kvinnudysturin, sum er millum greipuvinnararnar úr Neistanum og harðasta mótstøðuliðið í báðum finalunum, Kyndil, og tann dysturin verður klokkan 17. Og klokkan 19 verður so mansdysturin ímillum greipuvinnararnar úr VÍF og steypafinalistarnar úr Neistanum.
Allar inntøkurnar fara til vælgerandi endamál, og hesa ferð er avgjørt, at ágóðin fer til Føroya Fólkaháskúla, ið hevur brúk fyri pengum til at umvæla tekjuna, og annað.
Lions Klubburin sigur, at eftir kvinnudystin handar Gunnar Streymoy vinnarunum Lions-bikar, og hann handar eisini háskúlanum eina peningagávu frá Lions klubbanum í Havn. Og eftir mansdystin handar Harley Joensen vinnarunum Lions-bikar og háskúlanum gávu frá Lions klubbanum.
- Royndirnar eru, at stórur áhugi er fyri hesum dystum, ið ofta geva ábendingar um, hvussu fremstu liðini frá farna kappingarárini kunnu fara at standa seg í tilstundandi kappingini, sigur Lions.