Tveir sparkivøllir til børnini

Børnini í Klaksvík kunnu so smátt byrja at gleða seg tveir sparkivøllir aftrat í býnum.

Klaksvíkar kommuna er nevniliga farin undir byggibúgving av tveimum slíkum vøllum, einum á Norðoyri og einum undir Grashjalla. Kommunala arbeiðið skal vera liðugt um góðar tvær viku, tí tá verður sjálvt graslíkið lagt á av serfrøðingum úr Danmark.
Vøllirnir eru 13 ferðir 21 metrar til støddar, og er graslíkið av sama slagi sum tað í Djúpumýru, har KÍ leikar sínar heimadystir.
Tað er FSF, sum vegna UEFA letur vøllirnar. Kommunali parturin er at lata lendið, fremja jørðarbeiðið og gera betonggarð undir girðing og ljós. FSF útvegar og áleggur graslíki og skeltini. FSF stuðlar eisini arbeiðið at gera girðing kring vøllin.
Fyri kommununa kostar hvør vøllurin einar 300.000 kr.