Danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, hevur givið tveimum spælarunum, sum byrjaðu inni í fyrra dystinum móti Svøriki, durafjórðingin. Talan er um Thomas Kahlenberg úr Brøndby IF, og Viktor Fischer úr hollendska Ajax.
Teir spældu báðir illa í dystinum á Friends Arena í Stokhólmi leygarkvøldið, tá Svøríki vann 2-1. Viktor Fischer rann ikki aftur við í fyrra málinum, meðan Thomas Kahlenberg gjørdi eitt klossut brotsspark, tá Zlatan Ibrahimovic økti til 2-0.
Tað var ikki fyrr enn teir báðir vóru skiftir út, at Danmark kom fyri seg í dystinum. Um tað beinleiðis var teirra skyld skal verða ósagt, men Morten Olsen hevur hvørki Viktor Fischer ella Thomas Kahlenberg í 23 mans hópinum til dystin í kvøld.
Svøríki vann fyrra dystin 2-1. Tí skal Danmark vinna í kvøld, fyri at koma til EM endaspælið í Fraklandi. Vinnur Danmark 1-0, so kemur Danmark víðari, tí teir hava skotið fleiri mál á útivølli.
Dysturin millum Danmark og Svøríki byrjar klokkan 19.45.