Sigurin manglaði í flottum avriki
Hyggja vit burtur frá teimum fyrstu 10-12 minuttunum, so hevði Víkingur ein avbera góðan dyst í Gundadali móti B36.
Eftir at liðið hevði javnað, stýrdu teir dystinum. Teir vóru sterkir á bóltinum, stóðu væl í verjupartinum og hildu serliga í seinna hálvleiki fullkomiliga B36 frá málmøguleikum.
Tað var eisini mangan stuttligt at síggja góðu álopini hjá Víkingi við nógvum flytingum, og her er eisini vert at nevna teir báðar bakkarnir, sum komu væl fram við í síðunum.
Men hóast sera gott spæl í 80 minuttir, so er tað tó ikki nóg gott, at Víkingur ikki megnar at avgera ein tílíkan dyst til egnan fyrimun. Teir høvdu støðurnar og møguleikarnar til at avgera dystin, men taka ikki av. At teir so føla seg snýttar í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, er sjálvandi óheppið fyri teir, tí teir høvdu fult tamarhald á dystinum eftir steðgin.
Spælarametingar: (1-6, har 6 er eitt framúr avrik)
Geza Turi: 3
Málmaðurin hevði ikki so nógv at gera í dystinum. Kundi ikki gera nakað við málini hjá B36. Kom annars væl út og boksaði burtur, tá hann skuldi.
Bárður Hansen: 5
Høgri bakkurin spældi ein sera góðan dyst. Hann var fyrst og fremst sterkur defensivt, har hann eisini gjørdi sítt arbeiði til lítar. Harafturat spældi hann fram úr væl í framrættaða spælinum. Kom altíð væl fram við og var ein støðug hóttan á høgra kantinum. Innleggini vóru eisini í fleiri førum sera góð, men tíverri fyri Bárð spurdist einki burtur úr teimum.
Atli Gregersen: 4
Landsliðsmiðverjin hevði ein góðan dyst. Fekk ikki gjørt so nógv við málini hjá B36, og serliga í seinna hálvleiki stýrir hann verjuni ómetaliga væl. B36 hevur ikki ein málmøguleika eftir steðgin, burtursæð frá brotssparkinum, og er hetta greitt tekin um eina væl skipaða verju.
Erling Jacobsen: 4
Stóð seg væl í samanspælinum við Atla Gregersen. Helt mest sum B36 frá málmøguleikum í seinna hálvleiki, og skjótleikin ger, at Erling roynist væl móti flest øllum áleyparum. Vísti eisini sína styrki í offensivum deyðbóltum, har hann m.a. fekk eitt mál kolldømt.
Hanus Jacobsen: 4
Hanus var aftur á vinstra bakki, har hann spældi ein rættiliga góðan dyst. Var sterkur og vælskipaður í verjupartinum. Dugdi eisini væl at taka lut í offensiva spælinum, men har kom bara ikki eins nógv burturúr, sum vit onkuntíð hava sæð frá Hanusi.
Súni Olsen: 4
Spældi ein góðan dyst móti gomlu liðfeløgunum. Arbeiddi sera væl á miðvøllinum og var sum altíð sterkur á bóltinum. Slepti sær væl av við hann, og so dugdi Súni eisini væl at fordeila spælið. Miðvallarin gjørdist eisini avgerandi fyri Víking, tí hann skoraði annað málið og legði upp til hitt.
Hallur Hansson: 5
Spældi ein sera góðan dyst. Vann nógvar bóltar á miðvøllinum og var ótrúliga sterkur við bóltinum sjálvur. Var ofta maðurin, sum setti álopini í gongd, og var aloftast sjálvur við frammi í brotsteiginum. Hallur hevur eisini eitt fantastiskt “drive” í sínum spæli, og hetta kom væl til sjóndar í Gundadali.
Heðin Hansen: 3
Var ikki so sterkur í spælinum á jørðini í fyrra hálvleiki, men var hinvegin góður at spæla langar bóltar niðaná, sum hann so legði stutt frá sær. Byrjaði seinna hálvleik sera væl og var sterkur í samanspælinum við Bárð Hansen, men fall í støði eftir ein tíma.
Sølvi Vatnhamar: 3
Arbeiðssamur sum altíð og vann tí nógvar bóltar á miðvøllinum hjá Víkingi, men Sølvi var ikki so sterkur á bóltinum, sum vit onkuntíð hava sæð hann, og heldur nógvar óneyvar avleveringar sníktu seg inn í framrættaða spælið hjá honum.
Filip Djordjevic: 4
Filip vísti enn einaferð, at hann er ein sera evnaríkur fótbóltsspælari. Stóð seg væl í samanspælinum við serliga Hall Hansson og var við í nógvum av vandamiklu álopunum hjá Víkingi. Var tó eitt sindur óneyvur í onkrum ávísum vandamiklum støðum, sum kundu endað við máli.
Finnur Justinussen: 2
Finnur Justinussen arbeiðir altíð væl, men áleyparin hevði ikki ein góðan dyst í Gundadali. Var ikki serliga væl við í spælinum og tóktist í fleiri førum heldur óskarpur, tá hann fekk møguleikan framman fyri málinum.