Báðir persónar eru partur av kendari smittuketu.
1465 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 285.401 kanningar.
743 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 697 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 45 persónar smittaðir við koronu, og 220 fólk eru í sóttarhaldi. Í gjár var talið av smittaðum 49. Tað merkir, at 6 fólk, sum vóru smittað í gjár eru frísk aftur – og tvey afturat eru smittað.
Sambært Heilsumálaráðnum er eingin av teimum smittaðu útlendingur.
1 er í Norðoyggjum, 7 í Eysturoy, 17 í Norðurstreymoy, 31 í Suðurstreymoy, 10 í Vágum, eingin á Sandi og eingin í Suðuroy.