Tveir serlæknar afturat til Suðuroyar Sjúkrahús

Nú verður ein nýggj sergrein fyri allar Føroyar sett á stovn á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Nú eru tveir serlæknar afturat á veg til Suðuroyar Sjúkrahús. Ronnie Modjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur, at tað verður tíðliga í heyst at tann fyrri læknin verður settur, og hin seinni verður settur eitt lítið sindur seinni, kanska eina mánaði, ella so.

 

Tveir serlæknar eru á Suðuroyar Sjúkrahúsi frammanundan, men seinni í ár verða tað sostatt fýra serlæknar í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Ronnie Midjord sigur, at størvini eru lýst leys og at skikkaðir umsøkjarir eru til bæði størvini. Hann staðfestir somuleiðis, at talan er um føroyskar umsøkjarar og at umsóknirnar verða viðgjørdar í hesum døgum.

 

Hesar báðar starvssetaninar er í samsvari við menningarætlanina fyri føroyska sjúkrahúsverkið. Nú verður so ein partur av hesi menningarætlan settur í verk fyri Suðuroyar Sjúkrahús við tí endamáli at økja um virksemið, og sostatt at styrkja grundarlagið undir sjúkrahúsinum.

 

Eitt endamál við at fáa hesar báðar serlæknarnar afturat, er at styrkja narkosulæknaøkið, ella bráðfeingistilbúgvingina, á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Tí er annar yvirlæknin, sum kemur til Suðuroyar Sjúkrahús seinni í ár, skurðlækni. Hin læknin er narkosulækni og serlækni í pínuviðgerð.

 

Men eitt annað endamál er at seta eitt heilt serlæknaøkið á stovn á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta verður eitt serlæknaøki fyri alt landið, sum eisini verður sett á stovn eftir tilmæli í menningarætlanini fyri sjúkrahúsini.

 

Samstundis er hetta eitt serlæknaøki, sum er nýtt í Føroyum og Ronnie Midjord sigur, at væntandi verður ein pínuklinikk skipað á Suðuroyar Sjúkrahúsi longu 1. september í ár, tí tær fyrireikingarnar eru komnar rættiliga væl ávegis.

 

Hetta fer at merkja, at nú fara nógvir føroyingar at sleppa undan at fara til pínuviðgerð uttanlands.

 

Ronnie Midjord sigur, at hetta fer at fáa stóran týdning við fólk við svárari pínu. Hann sigur, at sum støðan er nú, verða teir sendir av landinum, men tað verður eisini mett, at tað eru fleiri sjúklingar, sum hava tørv á pínustillandi viðgerð, men sum onga fáa, tí ongin serlækni.

 

– Skulu vit samanbera okkum við donsk viðurskifti, eru tað eini 170 - 200 sjúklingar um árið, sum hava so svára pínu í sambandi við sjúku ella skaðar, at teir hava brúk fyri serstakari pínustillandi viðgerð.