Tveir russiskir oberstar hava latið liv í Donetsk-fylkinum í Ukraina.
Tað váttar russiska verjumálaráðið í einari útsøgn seinnapartin í dag sambært russisku tíðindastovuni, Ria Novosti.
Sambært tíðindastovuni vórðu báðir oberstarnir dripnir, tá teir royndu at berja niður ukrainsk álop í fylkinum.
Ria Novosti sigur, at annar obersturin er Vjatsjeslav Makarov, og hin er Jevgenij Brovko.
Teir luttóku báðir í russisku verjuni, og teirra deildir vóru sambært tíðindastovuni ikki langt burtur frá hvørji aðrari.
- Teir doyði ein hetjudeyða, siga tey í russiska verjumálaráðnum seinnapartin í dag.