Tveir norðurlandameistarar

Danin Curt Hansen og sviin Evgenij Agrest endaðu fremstir í NM, sum bleiv telvað í Århus, meðan Flóvin Tór Næs bleiv aftastur í sterku kappingini

Talv

Í frálíkum umstøðum í Århus fingu norðurlendskir telvarar høvi at kýta seg ímóti hvøjum øðrum. Ein teirra varð Flóvin, sum einsamallur umboðaði Føroyar. Hini norðurlondini høvdu tvey umboð hvør, uttan Danmark sum hevði trý umboð, orsakað av tí eina umboðnum úr Føroyum.

Leikliga gongdin
Sviin Jonny Hector legði bestur út við sigrum í trimum teimum fyrstu umførunum, men fall síðani spakuliga burturfrá oddinum. Íslendarin Helgi Olafsson og Curt Hansen vórðu fremstir eftir seks umførum, og meðan Helgi eins og Hector dragnaði eitt petti, helt Curt fram við góða spælinum.
Teir einastu ið megnaðu at fylgja við dananum, vórðu Evgenij Agrest og Hannes Stefansson. Fyrrnevndi kláraði í tøkum tíma, við sigri á Flóvini í síðsta umfari, at fáa Curt aftur. Curt valdi við hvíta fólkinum at taka ein skjótan risikofrían javnleik í síðsta umfarinum ímóti Stefansson.
Flóvin skuldi eitt nú telva móti átta stórmeistarum. Ein spennandi avbjóðing, sum tó bleiv ein ov stór uppgáva hjá havnarmanninum. Hálvt stig av ellivu møguligum varð úrtøkan hjá Flóvini. Javnleik fekk Flóvin móti stórmeistaranum Lars Schandorff í fimta umfari.
Næsta kappingin hjá Flóvini verður í oktobur í Føroyum, tá hann saman við fýra øðrum føroyingum fara at royna seg í 2nd Klaksvík International. Meira um IM-kappingina verður at frætta í næstu viku. Sí www.faroechess.com um nærri upplýsingar um kappingina.

Endaliga støðan
GM C. Hansen (2618)Danmark8,0/11
GM Agrest (2605)Svøríki8,0
GM Stefansson (2560)Ísland7,0
GM Olafsson (2498)Ísland6,0
GM Hector (2538)Svøríki6,0
GM Gausel (2533)Noreg5,5
IM Palo, (2510)Danmark5,5
FM Lehtinen (2362)Finnland5,0
GM Kallio (2471)Fin5,0
GM Schandorff (2525)Danmark5,0
IM Lie (2440)Noreg4,5
FM Flóvin Tór Næs (2330)Føroyar0,5