Heilt á berum standa teir ikki á Eiðinum, nú Evrard Ble er farin til AB. Felagið hevur í vár verið í sambandi við serbiska Marko Moravcic, og í gjárkvøldið kom so fráboðan um, at hesin verður partur av hópinum tað, sum eftir er av kappingarárinum.
Tað verður Henning Joensen eisini. Evnaríki vágbingurin hevur seinasta árið roynt seg í B36 og í B68, men nú verður tað so aftur í VB/Sumba, at hann skal spæla.