Lærarafelagið hevur havt aðalfundí dag Lærarafelagið hevur havt aðalfund í dag og har stóðu tveir nevndarlimir fyri vali.
Martin S.Ejdesgaard av Tvøroyri stillaði ikki uppaftur og hin nevndarlimurin, sum stóð fyri vali var Torfinn Højgaard.
Heili sjey avbjóðarar vóru til teir báðar nevndarsessirnar og tá ið avtornaði, vórðu vald Jónleif Johannesen lærari á Ziskatrøð í Klaksvík og Herálvur Jacobsen, lærari í Sørvági.
Nummar tý var Torfinn Højgaard og hann verður so fyrsti tiltakslimur og nummar fýra var Lisa Hendriksdóttir, lærari í Hoyvík, sum sostatt verður annar tiltakslimur.
Hini valevnini vóru Sølvi Andreassen, lærari í Vági, Dagfinnur Danbjørg, lærari í Fuglafirði og Rubek Lilaa, lærari á Venjingarskúlanum.