Úrslitið av løgtingsvalinum ger, at Tórshavnar Býráð í morgin fær tveir nýggjar býráðslimir, tí tveir nývaldir løgtingslimir hava valt at taka seg úr býráðnum Bæði Annika H. Olsen úr Fólkaflokkinum og Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum, sum kom inn á løgting 19. januar, hava valt at siga býráðssessirnar í Tórshavnar Býráð frá sær.
Á býráðsfundi í annaðkvøld klokkan 18 fer býráðið at samtykkja, at Halla Samuelsen tekur sæti fyri Katrin Dahl Jacobsen á Javnaðarlistanum og Inga Dahl fyri Anniku H. Olsen á Fólkaflokslistanum.
Næstur á listanum hjá Javnaðarflokkinum er annars Torfinn Smith, men síðani kommunuvalið er hann fluttur til Vágs, og tá hann ikki longur er búsitandi í Tórshavnar kommunu, kann hann ikki taka sætið í býráðnum.