Fótbóltur
Øll íslendska fótbóltstjóðin mundi sleppa øllum forðingum í sansaleysari gleði. Í øllum førum var rómurin kring leikvøllin øgiligur, og á sjálvum grasinum rann hvør tann einasti leikarin fram til Tryggva Guðmundsson, sum júst hevði sent sigursmálið í kassan.
Hjá okkum øðrum mundi løtan hinvegin kennast ræðulig. Ikki tí okkara menn endiliga høvdu spælt so væl, tí leikliga var hetta ikki besti dysturin, men heldur tí vit vóru so nær við. Tveir minuttir vóru farnir, síðani UEFA maðurin hevði havt fýra talið á lofti, men hesir eyka minuttirnir gingu bara ov seint. Føroyar vóru akkurát ov stuttar í dystinum móti stóru grannunum fyri norðan, og so kundi tað gera tað sama. Dysturin var taptur, og harvið vóru stigini eisini mist.
Ikki óuppiborið
Verður hugt at sjálvum dystinum, so var tað tó kanska ikki so óuppiborið, at føroyingar einki fingið aftur fyri stríðið á vøllinum.
Størsti parturin av føroyska tosinum undan dystinum hevði snúð seg um, hvussu vit skuldu forða íslendingum at koma ígjøgnum okkara verju. Kanska ikki nøkur óvand støða, men týdningurn av hesi var kanska størri, nú somikið stór umskipan skuldi til hesum partinum av spælinum.
Nakað annað, sum kanska eisini fekk stóran týdning fyri gongdina í spælinum, var, at venjararnir á miðvøllinum høvdu valt at tikið Jann Inga Petersen framum Julian Johnsson eftir branddystin, sum Jann Ingi hevði sýnt móti Kasakhstan. Fyrstu longu løtuna av dystinum tóktist hetta at vera ein skeiv støðutakan, tí gaman í telist Jann Ingi millum allar bestu bóltspælararnar í landinum, men hinvegin er helst eingin, sum hevur sama rennipensum sum Julian. Ein eginleiki, sum ikki minst hevur týdning, tá spælt verður við tveimum móti trimum á sentrala miðvøllinum.
Hetta tóktist tó ikki at vera nakað, sum veruliga gav íslendingum frítt at fara mitt fyri. Tað tóktist eisini, sum hevði føroyska miðverjan og miðvøllurin lisið sera væl upp á samstarvsavtaluna, soleiðis at íslendska liðið ikki fekk tær nógvu djúpu renningarnar, sum teir annars ofta eru vanir við at gera.
Vandi gjøgnum síðurnar
Ístaðin var tað fyrst og fremst yvir kantarnar, at íslendingar megnaðu at skapa vandastøður. Hetta er ikki júst tað, sum teir eru vanir við, men til tíðir eydnaðist tað, og aloftast var vandi á ferð, tá so var. Einar tvær ferðir var heilt vandamikið, tá komið var aftur um verjuna, áðrenn bólturin varð lagdur útfrá, men í báðum føroyum streyk skotið tó framvið málinum. Og miðskeiðis í hálvleikinum var um reppið at verða heilt galið, tá Jákup Mikkelsen einsamallur slapp at taka sær av skotinum frá leysa Helga Sigursson.
Eisini var um reppið, at íslendingar skoraðu, tá Eiður Smári Guðjohnsen við handaru stong skallaðu tvørtur um føroyska málið, men ta ferðina var Jón Rói Jacobsen á rætta staðnum og fekk ruddað burtur.
Sæð burtur frá hesum , so var tó ógvuliga avmarkað, hvat íslendingar fingu gjørt. Høvdu vit havt eitt betri eyga á Rúnar Kristinsson, sum her leikti sín 99. landsdyst, so fingu vit kanska steðga enn meira, men undir øllum varð tað mesta steðga. og tá vit so fóru niðaneftir, var tað ofta uttan tað heilt stóra trýstið frá mótstøðuni.
Spælið koyrdi ikki
Tí undrar tað eisini eitt sindur, at føroyingarnir høvdu somikið ilt við at fáa spælið at koyra hendan dagin. Íslendingar høvdu eina sera greiða spæliætlan í so máta, har teir lótu okkara koma fyrsta helmingin niðan eftir vøllinum, áðrenn trýstið varð sett inn, og her sluppu teir ofta alt ov lætt. Ofta var tað eisini so, at leikararnir høvdu hug at geva sær ov góðar stundir við bóltinum, soleiðis at tá hesin varð sendir til miðvøllin, vóru menninir longu undir trýsti, og fingu tí ikki gjørt tað stóra, til tess at spæla bóltin. Tí var endin á mest sum hvørjari einastu føroysku roynd at byggja nakað upp, at bólturin varð sendur langt til John Petersen ella Andrew av Fløtum, og móti verjuleikarum, sum hava sína dagligu gongd í ensku Premier League, er hetta sjáldan nakað, sum loysir.
Úti á kantunum var annars ofta nóg mikið av plássið. Serliga Jákup á Borg hevði fleiri ferðir heilt kúfóður úti í høgra borðið, har Indriði Sigurðsson hevði hug at leita nakað langt niðan, men tað kom mest sum ikki fyri seg, at bólturin varð leiktur út í síðurnar, og tá hetta varð gjørt, var aloftast spælt beint á Rógva ella Jákup, heldur enn at senda í holini, har hesir kundu renna.
Hendi meira
Við føroyskum eygum var støðan í hálvleikinum kanska ikki heilt so galin. Gaman í høvdu okkara havt ilt við at skapa nakað, men verjuparturin hevði riggað væl, og um nú venjararnir kundu seta eitt sindur meira av ferð á frameftir, so kundi kanska okkurt spyrjast burturúr.
Men tað var tó skjótt, at hetta broyttist. Ikki tí at íslendingar gjørdu so øgiliga nógv meira um seg, men heldur tí fortreytirnar í dystinum broyttust hampuliga skjótt. Jón Rói gjørdi kanska sítt einasta mistak í dystinum, tá hann heldur óneyðuga varð dømdur fyri at skupma Chelsea-stjørnuna í ryggin. Eiður tók sær sjálvur av frísparkinum úr 18 metrum, og tá hetta small á tvørtræið var Helgi Sigurðsson fyrstur at fylgja upp, uttan at nakar í føroysku verjuni fekk gjørt nakað sum helst fyri at forða hesum.
Laugardalsvøllurin, sum fram til tá mest hevði verið ein føroysku vígvøllur, tá tosast skal um róp frá áskoðarunum, fekk nú brádliga íslendsku litirnar at síggja. Framá Íslands rungaði aftur kring allan vøllin, men tað gingu tó ikki meira enn tíggju minuttir, áðrenn føroyingar svaraðu aftur.
Álopsspæl okkara hevði fyri tað mesta verið purasta turrgelt fram til hetta, og tað er helst eisini sigandi í so máta, at tá fyrsta fyrsta veruliga royndin kom frá okkum, var tað Jón Rói Jacobsen, sum á tímanum hevði dittað sær við niðan í álop, og sum eisini endaði hetta við langskotsroynd, sum íslendski málverjin tó ikki hevði trupulleikar av.
Tað skuldi tó ikki ganga heilt so leingi, áðrenn næsta føroyska álopsroyndin kom. Upphavið til hesa var, tá júst innskifti Julian Johnsson varð feldur, tá hann royndi at renna sær veg niðan í høgra borðið. Fríspark til Føroyar í høgra borðið, og so vóru tað íslendingar, sum skuldu kenna, hvussu vandamikið høgra beinið hjá Jákupi á Borg er. Higartil hevur hann lagt upp til tey mál, sum Føroyar hava fingið í undankappingini, og nú kom so eitt afturat.
At John Petersen í sjónvaprsmyndunum tóktist gera fríspark, tá bólturin varð sendur innfyri, mundi ikki gera so nógv fyri føroyingarnar. Bólturin sneiddi niður júst í tómrúminum, sum er so vandamikið millum málmann og verjuleikarar, og har var Rógvi Jacobsen fyrstu á.
Høvdu tikið tað ringasta
Og tað, sum eftir var, sótu íslendingar sum á nálum. Fyrst royndu tey at geva liði sínum eitt sindur av stuðuli, men skjótt vóru tey aftur doyvd av føroysku áskoðarunum, sum av fullum hjarta sungu landsliðnum sín stuðul.
Á sjálvum vøllinum var tó meira og meira sum bendi á, at tað skuldi verða tungt at halda javnleikinum. Íslendska trýstið gjørdist alt meira støðugt, og royndirnar alt næskari. Helgi Sigurðsson var púra leysur, men sendi beint uppum, áðrenn hann varð útskiftur, og bæði Lárus Orri Sigurðsson og Eiður Guðjohnsen høvdu stútarar, sum smoygdu sær beint framvið føroyska málinum.
Trýstið tóktist tó at fána, tá farið var um teir 90 minuttirnar, og so hendi akkurát tað, sum ikki mátti henda. Føroyska liðið tóktist tá annars at hava tikið ímóti tað mesta av tí, sum mótstøðan kundi gera, og sum ein annar Mohammed Ali, stóðu vit kortini sum teir mest ómøddu. Men so kom knock-out slagið. Kanska ein seinasta desperat roynd at vinna, men hon riggaði, og so var liðugt. Íslendski venjarin var sjálvur hin fyrstu at renna inn at geva málskjúttanum eitt klemm, og tað var eisini skilligt.
Trýstið á fyrrverandi stórleikaranum, sum nú er venjarin, hevði verið ómetaliga stórt undan dystinum, og sum hann varð endurgivin at siga í bløðunum, so vildi alt annað enn sigur vera landaskomm, men so langt kom tað ikki. Tað var nær við, men ikki nóg nær.