Ein russiskur trolari kom seinnapartin í gjár inn á Sund við tveimum deyðum monnum Klokkan fimm hósmorgunin skuldi ein maður umborð á einum russiskum trolara fara niður í lastina, men hann var ikki komin longur enn trý trin niður, tá ið hann datt deyður niður.
Tveir menn sóu tilburðin, og annar teirra fór upp til skiparan. Hin varð verandi og skuldi fara niður til tann deyða, men so datt hann eisini niður og doyði.
Aðrir fór tá niður í lastina við masku, tí teir høvdu varhuga, at eiturgass var í lastini.
Russiski trolarin var langt úr landi og var ikki á Sundi við teimum deyðu monnunum fyrr enn klokkan 15.
Líkini verða kannað í Føroyum. Skipið verður ikki kannað her.
Menninir vóru í 30-árunum.