Í nátt hevur løgreglan tikið tvey fólk fyri at hava hassj uppi á sær. Í tí fyrra førinum varð ein persónur tikin, tá ið løgreglan steðgaði honum og kannaði hann. Úrslitið varð, at løgreglan fann eina mikroskopiska nøgd av hassji upp í á honum.
Tað varð minni enn eitt gramm tilsamans, men í rúsevnamálum er eingin bøn, og tí er hann skuldsettur fyri at bróta lógina. Hann skal eisini í rættin, hóast talan er um eina so lítla nøgd.
Løgreglan hevur leingi ynskt sær, at fungið heimild til at avgjørt slík smámál við eini bót á staðnum, uttan at fara í rættin við tí. Tað er nevniliga bæði orkukrevjandi hjá løgreglu og ákæruvaldi at fyrireika eitt mál til at eina rættarviðgerð, og tað er orkukrevjandi hjá rættinum at viðgera tey. Men í rúsevnamálum er einki lágmark, so øll mál skulu í rættin, sama hvussu lítla nøgd, talan er um.
Hjá hinum persóninum stendur eitt sindur verri til. Hann koyrdi bil, tá ið løgreglan steðgaði honum, og tá ið hann varð kannaður, hevði hann níggju gramm av hassji uppi á sær. Hann hevði heldur ikki koyrikort til bil, so hann verður eisini skuldsettur fyri at at koyra bil við ongum koyrikorti.