Tveir mans tiknir fyri at hjálpa Omar

Tveir mans eru nú tiknir fyri at hava viðvirkað til hendingarnar í Keypmannahavn um vikuskiftið

22 ára gamli Omar Abdel Hamis El-Hussein var einsamallur um at fremja álop í Keypmannahavn um vikuskiftið. Tvey fólk doyðu, og fimm vórðu særd av skotum. Seinni var Omar skotin til deyðis av løgregluni.


Eftir rannsóknir um vikuskiftið, hevur løgreglan skuldsett tveir mans fyri at hava viðvirka til hendingarnar. Hetta hava teir gjørt við at skaffa Omar vápnini, sum vórðu brúkt í atsóknunum. Eisini skulu teir hava hjálpt Omar eftir tilburðirnar.

Menninir vóru til grundlógaravhoyring í rættinum í morgun. Báðir nokta seg sekar í skuldsetingunum.