Tveir mans sovnaðu í Norðoyartunlinum í nátt

Løgreglan fekk eina heldur sjáldsama uppgávu í nátt


Í nátt mátti løgreglan eftir tveimum monnum, sum vóru sovnaðir í Norðoyatunlinum.

 

Talan var um tveir avbygdamenn, sum høvdu verið í Klaksvík í veitslu í gárkvøldið.

Men tá ið veitslan var endað mitt í nátt, ætlaðu tær sær at ganga til húsar aftur.

 

Teir komu so langt sum til Norðoyatunlinum, men túrurin ígjøgnum tunnilin er helst blivin nakað møtimikil, tí nakað inni í tunlinum sovnaðu báðir úti ímóti tunnilsvegginum.

 

Onkur varnaðust teir og ringdi eftir løgregluni, sum fór eftir manninum.

Løgreglan metti, at teir vóru so mikið ávirkaðir, at teir vóru førir fyri at klára seg sjálvar og fingu sostatt ein ókeypis taxa úr tunlinum til húsar.