Tveir landsliðsspælarar í eldinum

Rógvi Jacobsen var við til at tryggja SønderjyskE javnleik, meðan Johan B. Hansen og Horsens løgdu rygg til avhølving

SUPERLIGAN

Tað kemur sjáldan fyri, at úrslitini laga seg soleiðis, sum tey gjørdu í donsku superliguni hesa ferð. Fimm av teimum seks dystunum endaðu við javnleiki. Einasti vinnarin varð funnin í Brøndby, har heimaliðið vann á Horsens og harvið legði seg á næstfremsta plássið. Nú er munurin fram til FCK fýra stig.
Føroyski landsliðsspælarin var inntil tað restaði eitt korter á miðvøllinum í vinstru hjá Horsens. Hóast tólv av Brøndby spælarunum ikki vóru tøkir orsaka av skaðum, so var heimaliðið greitt omaná. Úrslitið var 4-1, men Brøndby hevði møguleikar at skjóta í minsta lagið fýra mál afturat. Hóast teir taptu í Brøndby, so eru teir í Horsens framvegis á áttanda plássinum.
Rógvi Jacobsen var á vøllinum seinastu lítlu løtuna, tá ið SønderjyskE megnaði 1-1 á útivølli í Viborg. Talan var um ógvuliga gott úrslit fyri SønderjyskE, sum er botnlið móti Viborg, sum nú er á triðja plássi.
Viborg legði seg á odda í 87. minutti. Minuttin seinni varð Rógvi Jacobsen settur inn í álopið hjá SønderjyskE, og uppaftur ein minutt seinni eydnaðist tað teimum at javna til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
FCK er framvegis oddalið, hóast teir hesa ferð ikki megnaðu meiri enn 1-1 í Parkini móti OB. Hetta var triði útidysturin hjá OB í hesum kappingarárinum, og teir hava framvegis ikki tapt á útivølli.
Súni Olsen er framvegis skaddur, og hann var tískil ikki á AaB liðnum, sum á heimavølli spældi 2-2 móti FCM. Hetta var eisini úrslitið í jyska klassikaranum og hesa ferð botnuppgerðini millum AGF og Esbjerg, sum framvegis er niðanfyri strikuna.
Leygardagin hevði FCN vitjan í Farum av Silkeborg. Heimaliðið legði seg á odda 2-0, og alt bendi á, at teir vóru á veg móti stórsigri. Men so vendi, og tað endaði við, at Silkeborg fekk javna til 2-2, og teir høvdu síðstu løtuna møguleika at skora sigursmálið, uttan at tað eydnaðist.