Tveir koyrdu ov skjótt

Løgreglan var út við lasaranum í gjár, og tað gav tveimum bilførarum klipp í koyrikortið

 

Fyrripartin í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar. Á strekkinum millum Fjarða í Eysturoy var ein bilur tikin fyri at koyra 105 km um tíman. Tað gevur klipp í koyrikortið.

Í Kaldbaksbotni var ein máldur til at koyra 113 km um tíman, og hann fekk eisini klipp í koyrikortið. Men koyrir tú skjótari enn 110 km um tíman, so er revsingin treytað frádøming av koyrikortinum. Men hví fekk hesin bilførarin ikki tað? Tað hevði vakthavandi á politistøðini eina forkláring uppá:

– Tá løgreglan fer út við mátingartólinum, verður tað altíð kannað áðrenn og aftaná. Tað verður kalibrerað, sum merkir, at tað verður kannað um tað mátar rætt og so veðrur ein frágreiðing skrivað. Hetta er fyri at tað skal halda í rættinum.

– Men sum eina eyka trygd, so trekkir løgreglan 3 km um tíman av máldu ferðini sum eina eyka trygd fyri, at eingin verður órættvíst dømdur. Men er ferðin oman fyri 100 km um tíman, so verða ikki 3 km um tíman, men 3 prosent trekt av. Tann sum varð máldur til 113 kemur tí beint undir, tí 3 prosent av 110 er jú 3,3 km um tíman, tí er ferðin, sum hann verður revsaðu eftir, 109,7 km um tíman.