Tveir kappróðrarbátar afturat til Klaksvíkar

Klaksvíkar Róðrarfelag hevur fingið eitt 5?mannafar afturat, og fyrst í komandi ári fáa teir eitt nýtt 10?mannafar

 

Í summar kom Klaksvíkin aftur á føroyska kappróðrarkortið, og tað var ikki við mýkindum. Teir vunnu trý meistaraheiti ? 5?mannafør gentur, 6?mannafør kvinnur og 8?mannafør.

 

Og nú arbeiðir Klaksvíkar Róðrarfelag fyri at skapa møguleikar fyri uppaftur fleiri sigrum og meistaraskapum.

 

Sambært heimasíðuna hjá felagnum ? krf.fo ? fáa klaksvíkingar tveir nýggjar bátar afturat.

 

Tað er Sámal Hansen í Runavík, sum smíðar. Hann er longu liðugur við 5?mannafarið, sum er komið til Klaksvíkar, og hann er farin undir 10?mannafarið, sum teir rokna við verður liðugt frá bátasmiðinum ikki so langt eftir ársskiftið. Norðoya Sparikassi, sum er høvuðsstuðul hjá Róðrarfelagnum, hevur goldið fyri 5?mannafarið. Einki stendur á heimasíðuni um, hvør skal rinda fyri 10?mannafarið.

 

Tá manningarnar í summar komu aftur av vestanstevnuni við trimum FM sigrum, var sera nógv fólk komið saman í góðveðrinum. Tá helt onkur fyri, at um teir høvdu farið runt við bússuni tað kvøldið, so hevði ikki verið langt frá, at teir høvdu fingið fyri eitt 10?mannafar!

 

 

 

Rúm fyri tólv manningum

 

Klaksvíkar Róðrarfelag eigur eitt stórt og rúmligt neyst á Tingstøðni á Biskupsstøð, men nú fer so smátt at fyllast í neystinum.

 

Í fjør og í ár fekk felagið eina nýggja Fípuna Føgru, ein nýggjan Páll Fanga og eitt nýtt Nevið Reyða. Umframt hesar bátarnar vóru farmmanundan eitt 5?mannafar, sum nú eitur Snípan, og so 8?mannafarið Havrenningur. Nú fara átta kappróðrarbátar at standa í neystinum.

 

Um allir átta bátarnir fara at verða flotaðir og nýttir til kappróður komandi kappingarár (tað er rúm fyri ikki færri enn tólv manningum!) er ikki avgjørt enn. Gamli Klaksvíkingur luttók ikki í kappingini í ár. Tá tað royndist væl hjá hinum manningunum, varð nógv tosað um, at tað hevði verið prikkurin yvir i?num, um tað hevði eydnast at tikið lut í kappingini millum 10?mannaførini og at staðið seg væl.

 

Nú letur til, at teir hava ítøkiliga ætlanir um at gera dreymin til veruleika.