Tveir journalistar sum arbeiða fyri ST afturhildnir í Kabul

Hernaðarliga islamistiska Taliban, sum hevur stýrt Afganistan síðani august, hevur ikki viðmerkt málið

 

Tvær gentur fyrr í hesi vikuni uttan fyri hús í Kabul, har gøtan var undir í ruski. Milliónir av íbúgvum í Afganistan hava longu ov litið av mati. ST hevur ávarað ímóti umfatandi hungursneyð. - Foto: Hussein Malla/Ritzau Scanpix

Tveir útlendskir journalistar, sum arbeiða fyri ST, eru afturhildnir av Taliban í Kabul, upplýsir UNHCR.

Tey bæði tíðindafólkini eru í landinum í ørindum fyri flóttarfólkadeildina hjá ST, UNHCR.

– Vit gera okkara ýtarsta fyri at fáa loyst støðuna í samstarvi við onnur, skrivar UNCHER á Twitter.

Smálutir í málinum eru ikki almannakunngjørdir um teir báðar jounalistarnar ella um umstøðuna kring tøkuna.

Hernaðarliga islamistiska Taliban, sum hevur stýrt Afganistan siðani august, hevur ikki viðmerkt málið.

Taliban hevur sett avmarkingar fyri miðlar og talufrælsi. Fleiri aktivistar eru soleiðis handtiknir, kvinnurættindastríðsfólk og journalistar. Tað eru søgur um, at nøkur hava verið fyri harðskapi ella eru dripin í »hevndarálopum«.

Eftir at Taliban tók yvir valdið august hava kvinnur hava avmarkað rættindi og mugu ikki vera undir útbúgving. Kvinnur mugu heldur ikki ferðast, uttan so at tær eru saman við einum manni í familjuni.

Taliban hevði annars lovað eina mildari og rúmligar stórn, enn tað stýri, sum Taliban setti í Afganistan í 1990'unum. Myndugleikar á staðnum hava alla staðni verið bidnir um at lata uppaftur skúla. Men nógvar gentur eru framvegis útilokaðar frá grundleggjandi skúlagongd.

Milliónir av íbúgvum í Afganistan hava longu ov lítið av mati. ST hevur ávarað um eina umfatanddi hungursneyð.

/ritzau/dpa

 

 

 

Tvær gentur fyrr í hesi vikuni uttan fyri hús í Kabul, har gøtan var undir í ruski. Milliónir av íbúgvum í Afganistan hava longu ov litið av mati. ST hevur ávarað ímóti umfatandi hungursneyð. - Foto: Hussein Malla/Ritzau Scanpix