Enn hevur B36 ikki tapt í Formula-deildini. Men við fýra heimadystum og bara tveimum sigrum ásannar Hanus Thorleifsson, at úrtøkan burdi verið betri.
- Tað er ikki nóg gott. Nú hava vit mist stig móti NSÍ og EB/Streymi, og eg haldi, at vit í báðum førum væl kundu vunnið teir dystirnar.
- Men vit eru ikki nóg effektivir frammanfyri málið, so tað er væl nakað, sum vit mugu arbeiða við, heldur Hanus Thorleifsson.