Tveir javnaðarlistar stilla upp í Havn

Tað ljóðar nú fyri vist, ein javnaðarlisti afturat stillar upp til býráðsvalið í Havn

Og á listanum, sum Tróndur Sigurðsson skal hava tikið stig til, eru fýra av býráðslimunum hjá Javnaðarflokkinum, sum vórðu valdir í býráðið á seinasta býráðsvali.

Umframt Trónd Sigurðsson eru tey Kári Johansen, sum var og vendi í Framsókn í nakrar dagar, eftir at hann vendi Javnaðarflokkinum bakið, men sum nú eisini hevur vent Framsókn bakið, Súna Mørk og Bjørg Dam.

Sum skilst eru fleiri onnur javnaðarfólk á listanum umframt onnur fólk, sum áður hava stillað upp fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.

Eingin vil siga nakað um nýggja listan, tey eru ikki til at fáa á tal, tí tey taka ikki telefonina.

Men nú eru bara tímar eftir, til listarnir skulu vera inni í annaðkvøld.

Tað er eftir øllum at døma eitt stríð um vald í Javnaðarflokkinum, sum er orsøkin til, at tey fýra eru farin av listanum hjá Javnaðarflokkinum. Tey vilja ikki stilla upp saman við sterka manninum í Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð seinastu 20 árini, Heðini Mortensen.