Tveir hermenn deyðir undir venjing í Danmark

Tveir danskir hermenn doyðu undir venjing uttan fyri hernaðarleguna við Oksbøl í Jyllandi fyrrapartin. Tveir aðrir fingu skaða. Herleiðslan sigur, at hermenninir vóru undir útbúgving og skuldu eftir ætlanini til Afghanistan í august.

Ein talsmaður fyri herleiðsluna sigur, at teknikarar hjá herinum kanna, hvat hendi. Tað er tó greitt, at talan var um eina spreinging.

Blaðið B.T. veit at siga, at tað var ein sokallað mortergranat, sum brast í skjótirørinum. Á heimasíðuni hjá herinum stendur, at hermenn royna í hesum døgum eitt nýtt slag av mortergranatum, men tað er ikki greitt, um hetta hevur nakað samband við vanlukkuna fyrrapartin.