TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá ungu evnariku KÍ-leikararnir, Evy á Lakjuni og Jóannes Bjartalíð vóru kunngjørd, sum ársins U21 spælarar.
Hetta er fyrsta árið, at Evy Bjartalíð hevur fingið nógva spælitíð á besta kvinnuliðnum hjá KÍ, og tað er hon sera fegin um. Hon trívist væl saman við livandi legendunum í føroyskum fótbólti, Rannvá B. Andreasen og Malenu Josephsen, og er glað fyri at fáa heiðurin, sum ársins U21 spælari.
Jóannes Bjartalíð staðfestir, at tað er væl farið hjá sær at vinna heiðurin annað árið á rað, tá hugsað verður um, at hetta er bert annað árið hjá honum í bestu fótbóltsdeildini.
Jóannes Bjartalíð heldur, at talan er um eitt minniligt kappingarár hjá KÍ, har teir stóðu serliga sterkir í myndini í fyrru hálvu. Men Jóannes Bjartalíð staðfestir, at bæði hann og KÍ fullu nakað í seinnu hálvu av kappingini.