Tveir Havnardreingir

Fyrsti millumflokkur í Havn, august 1945:

Standandi frá vinstru: Gentan við pappírinum er Annelise Kaaber og gentan við einari hond á øksluni er Birna Helmsdal, andlitið omanfyri er Hervør Joensen, síðan Símun Simonsen á Høgabóli, Bjørn Isholm og omanfyri hann Kjartan Justinussen.

Sitandi frá vinstru: Anders Hansen - við hondunum fyri andlitið, Poul Sloan, Herluf Joensen, Fróði Mouritsen, Harry Lava og Lítli (Andreas Johansen).

Av dreingjunum á myndini er bert Andreas Reinert á lívi.

Annars er at siga, at flestu dreingirnir eru í gummiskóm. Yvaleyst úr rekagummi - kanska gjørdir í Hesti? Hetta er jú beint eftir kríggið og undir krígnum, og beint aftaná var annað tilfar ikki at fáa, brúkti tú ikki húðaskógvar. Fróði er eisini í rotuskóm, hvítir tveingir er mannfólkalitur. Plousfour var eisini tá buksumóti.

Í september hittust vit hjá Didduni í J.Dahlsgøtu (Margreta Balle); tað plagar so at vera, tá onkur teirra, sum búgva uttanlands, eru heima, at vit hittast til eitt prát. Í hesum føri eru ?vit? næmingarnir, sum fóru í Realskúla, í 1. Millum, tá heimsbardagin var av í 1945. Vit vóru tá 32 í tali - børn á 11-12 ára aldri. At ?sleppa í Realskúlan? var, um tú ?kláraði upptakilsisprøvan?.

Kvøldið heima hjá Margretu kom í lag, tí Birna (Helmsdal), sum býr í Onglandi, var heima. Vit gjørdu tá av at boða øllum til stevnu komandi 21.juni. Í fyrsta umfari at fáa boðini út, og tað varð gjørt 15. november. Í summar eru 50 ár síðan vit søgdu Realskúlanum farvæl og 25 ár síðan vit høvdu ?klassastevnu?.

Millum tey 32 vóru Poul Sloan og Herluf Joensen. Og nú, góðan mánað seinni, nú vit skriva ár 2000, eru teir báðir farnir av verðini.

Poul andaðist í heiminum í Strandby, Jútlandi 21. desember 1999. Hann fór til gravar úr Ebenezer 27. desember. Herluf andaðist í heiminum í Oslo 2.jóladag og varð jarðaður i Østre Gravlund í Oslo nú 7.januar.

Í fjør summar var Poul heima til ættararhaldið hjá Geilafólkunum í Havn.Ta ferðina hittust nøkur okkara á Kráarvegi, heima hjá Katrini (Samuelsen). Eitt hugnaligt kvøld, har Poul, sum altíð fróður og fregin, segði frá mongum; hóast sjónin var næstan eingin, gav hann ongantíð til kennar trupulleikar sínar. Poul hevði vónað at koma heimaftur til ?klassastevnuna? í summar.

Poul er føddur 6.januar 1934, foreldur hansara vóru Ella og Andrew Sloan, trúðboðari, tey búðu í Ingutrøð, í Lucas Debesargøtu 14. 4 vóru systkinini, og nú eru báðir brøðurnir William og Poul farnir. Poul var útbúgvin skipsførari. Baldist alt sítt lív á sjónum, førdi fiskiskip og var eisini á annan hátt uppi í fiskivinnuni, til heilsan fór at bila. Har Poul var, var hann heilur, ikki hann spardi seg. Katrin og Poul fluttu til Jútlands og búsettust í Strandby.

Herluf er føddur 21. juni 1934. Foreldur hansara eru Jona og Einar Joensen, prentsmiðjumeistari, sáli úr Lítlu Tvørgøta 5, 5 vóru systkini. Elstu synirnir Anfinn og Herluf eru nú báðir farnir. Herluf hevði ætlanir um at koma heim í summar, mamman fyllir 90 15. juni.

Herluf gavst í skúlanum og fór til sjós, í 1949 var hann við Vágssluppini ?Elini? í Íslandi og tað fortelist, at hann fekk ein harðan dóp, tí teir komu í rættuligt illveður, í 1950 róði hann út í Grønlandi og síðani fer hann við Norðmonnum. Hann hevði síðani ongantíð aftur fastan bústað í Føroyum. Styttri skifti í sekstiárunum var familjan heima. 3 eru døturnar í hjúnalagnum, Cindy, Aina og Ivy. Herluf var útbúgvin hovmeistari í Noregi. Hvønn sunnumorgun ringdi Herluf til mammuna. Gløggur var hann og dugdi væl at siga frá, var hópin vitandi.

Um tey 32, sum fóru í realskúla í 1945, og fingu heft á seg heitið ?hin sorgleysi skarin?, øll nú um pensjónsaldur, summi rokkin onnur um snarið, er at nevna, at 10 teirra, triðingurin, búsettist uttanlands.

At so eisini triðingurin, alt dreingir, er farin í Harrans hendur er so lívsins gongd.

Vit minnast Poul Sloan úr Lucas Debesargøtu og Herluf Joensen úr Lítlu Tvørgøtu við stórari virðing og vilja fegin siga tykkum avvarandi okkara samkenslu.

Kvirran eftir teir sannar, at stutt er skeiðið vit virka.


Jákup Lindenskov