Tveir grindahvalir á Sørvágsfirði

Seinastu tíðina hevur løgreglan javnan fingið grindaboð úr Sørvági, men hetta eru somu hvalir hvørja ferð.

Seinastu tíðina hevur løgreglan javnan fingið grindaboð úr Sørvági. Men, sambært vaktleiðaranum á støðini í Havn eru hetta somu hvalir, sum hava svomið aftur og fram á Sørvágsfirði yvir í eina longri tíð.

 

- Vit hava skilt, at talan er um tveir grindahvalir, sum seinastu tíðina hava hildið til her, og hugsandi er, at teir munnu hava funnið sær okkurt gott at eta, kanska makrel ella høgguslokk - bara fyri at gita.

 

Vaktleiðarin sigur, at fólk, sum síggja grind, hava skyldu at boða frá, og hetta er helst orsøkin til, at løgreglan hevur fingið so nógvar fráboðanir úr Sørvági seinastu tíðina.

 

- Men, hetta vísir eisini, at føroyingar duga at lata grindahval fáa frið, tá myndugleikarnir ikki geva boð um rakstur og dráp, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.