Sum heild hevur Norðoyastevnan verið friðarlig í ár, men hjá tveimum monnum endaði hon í geglinum. Talan er um tveir mans, sum vórðu handtiknir eftir harðskap í Klaksvík mitt í nátt og teir sita enn í geglinum ímeðan løgreglan roynir at fáa greiði á, akkurát, hvat er farið fram.
Men í tí eina førinum varð ein maður niðursligin í KÍ-Høllini.
Annars hevur løgreglan havt eitt sindur av stríð í fullum fólki á Norðoyastevnu, men sum heild gekk tað væl.
Hinvegin er ein maður tikin í Havn á motorsúkklu við ongum koyrikorti og ein maður fekk klipp í kortið fyri at koyra fyri reytt ljós.
Samstundis eru tvey fólk tikin fyri at koyra við kenning.