Nú upp undir endan á tingsetuni avgreiðir Løgtingið eina røð av vanligum tingmálum, og soleiðis er eisini við teimum skrivligu fyrispurningunum.
Á tingfundinum fyrradagin vórðu seks skrivligir fyrispurningar svaraðir og avgreiddir, men tveir hava framvegis ikki fingið svar. Tað eru eisini teir báðir seinastu, sum eru komnir í Tingið.
Tann fyrra eigur tjóðveldistingmaðurin Páll á Reynatúgvu. Hann er til landsstýrismannin í fiskivinnumálum og snýr seg um umsiting av fiskivinnuni.
Tjóðveldistingmaðurin vil millum annað hava at vita frá Jacob Vestergaard, um ein nýggj fiskivinnuskipan kemur í hesum valskeiðnum, og á hvørjum sakligum grundarlagi landsstýrismaðurin letur ymisk fiskiloyvi. Landsstýrismaðurin verður eisini spurdur um útlendskan eigaraskap í føroyskari fiskivinnu, og um hann ætlar at steðga tí.
Tann seinasta skrivliga fyrispurningin í hesari tingsetuni eigur Sirið Stenberg úr Tjóðveldi. Hon spyr Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvussu ber tað til, at samtyktin um at áseta fátækramark og leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot er broytt til at áseta fátækramarkið og at eyðmerkja orsøkir til, at fólk liva í fátækt.
Herumframt vil tingkvinnan hava at vita, hvørji tiltøk landsstýriskvinnan ætlar at fremja fyri tey, sum liva í fátækt, og hvørji tiltøk hon ætlar at seta i verk fyri at bøta um korini hjá børnum, sum liva í fátækt.
Teir báðir seinastu skrivligu fyrispurningarnir í hesi tingsetuni vórðu lagdir fram tann 9. apríl, og dagin eftir samtykti Løgtingið, at teir skulu svarast.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at teir báðir fyrispurningarnir koma á dagsskránna hjá Tinginum ein av døgunum.