Tveir fullir føroyingar ætlaðu sær týsnáttina heim til Føroya umvegis Billund. Trupulleikin var bert, at teir vóru í gomlu Billund floghavn og ikki í Billund Airport. Eitt vaktarfelag varnaðist menninar og boðsendi løgregluni, sum tosaði við teir báðar 53 ára gomlu og ráddi teimum til, at sova rúsin út og so far heim til Føroyar seinni um dagin.
Noktað var monnunum at koma við flogfarinum, tí teir vóru ov fullir, skrivar Vejle Amts Folkeblad á heimasíðu sínu.









