Í gjár fingu næmingar í tveimum flokkum á Kvøldskúlanum í Havn váttan fyri at hava staðið skeið í føroyskum sum annaðmál. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verður skrivað um handanina, sum fór fram í Müllers Pakkhúsi.
Handanin í gjár var tann fyrsta eftir nýggju námsætlanini fyri føroyskt sum annaðmál.
– Sum tað er stuttligt at hoyra, at fólk, sum bara fyri nøkrum mánaðum síðan stóðu púra hjálparsleys og hvørki skiltu føroyskt mál ella føroyska mentan, nú bæði kunnu samskifta málsliga, luttaka á arbeiðsmarknaðinum - og harvið hava fingið eitt nátúrligt pláss í okkara gerandisdegi og mentan, segði borgarstjóri Heðin Mortensen, tá ið hann bar fram røðu til tiltakið.
Tað vóru sum sagt tveir flokkar, ið fingu prógv í gjár. Ovara myndin er av einum flokki, meðan myndin niðan fyri her er av hinum:
##med2##
Tórshavnar kommuna vísir á, at tað nú eru fleiri ár síðan, at starvsfólk á Kvøldskúlanum varnaðust, hvussu nógv tilflytingin øktist, og hvussu stórur tørvurin var á meira undirvísing í føroyskum máli og mentan.
Síðan tá eru tilboðini vorðin fjølbroyttari, og nú eru eisini framhaldsskeið. Skúlin hevur síðan gjørt nógvar tillagingar fyri at finna bestu tilboðini og bestu loysnirnar. Umframt vanligu skeiðini hava verið kvøldskeið fyri bæði byrjarar og víðarikomin.
Síðani 2014 hava 624 tilflytarar luttikið á styttru og longru skeiðunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla.
Skeiðini enda við roynd og næmingar fáa endaligt prógv frá støðuroynd ella prógv, sum gevur atgongd til framhald í útbúgving í føroyskum sum annaðmál.
– Eg havi sagt tað mangan áður og fari at endurtaka, at tiltøkini hjá Kvøldskúlanum uttan samanbering eru bestu intagratiónstiltøk í Føroyum nakrantíð, segði Heðin Mortensen.
Staðfest er í avtaluni fyri komandi valskeið, at kommunan fer at virka fyri fleiri og betri integratiónsátøkum og tilboðum til yngri og eldri tilflytarar, so fólk fella betur til og fáa betri sambond, uttan mun til uppruna.
Stórur partur av hesum verður í enn størri mun at menna undirvísingina í føroyskum máli og føroyskari mentan á Kvøldskúlanum, skrivar Torshavn.fo.