Tveir flogvøllir í Vágum porturið út í heim

-Vit mugu konsentrera okkum um at longja verandi flogvøll og síðani at hyggja eftir hjábreytini í Klovanum, nærhendis verandi vølli og harvið fáa optimal viðurskifti í Føroyum. Føroyar hava brúk fyri einum porturi út í heim, og tað er sera týdningarmikið, at tað porturið er gott sigur Jákup Sune Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.

Jákup Sune Lauritsen er ein maður, sum hevur nógv at síggja til. Hann er ikki bert borgarstjóri í Sørvágs kommunu, men sum vera man, so so fyllur Vága Floghavn nógv í hansara arbeiði og ikki minst í hansara hugaheimi. Floghavnin er ikki bert ein lívæðr fyri Føroyar, hon er lívÆÐRIN hjá Vágoynni. Og nú tosað verður um møguleikan at gera eina alternativa flogbreyt í Vágum, í longsta dalinum í landinum, Klovanum, so er greitt, at flogvallarviðurskifti fylla sera nógv í dagsskránni hjá borgarstjóranum.

 

Vit spurdu Jákup Lauritsen, hvussu gongur við útbyggingini av flogvøllinum. Hann sigur, at partafelagið Vága Floghavn arbeiðir ítøkiliga við at fyrireika útbygging av flogvøllinum. Tað arbeiði liggur rættiliga nær, kanska eitt ár frammi.

 

Uppá fyrispurning hvønn týdning útbyggingin kann fáa fyri oynna og hvørjar ringar í vatnið hon kann gera til frama fyri vinnulívið í oynni sigur hann:

 

Størsta arbeiðspláss

-Flogvøllurin í dag er okkara størsta arbeiðspláss, og tí hevur Vága Floghavn rættiliga stóran týdning fyri alla Vágoynna. Vága Floghavn og ein útbygging her fer at økja um tað virksemi, sum verður rundan um flogvøllin munandi, tí nú er ætlanin eisini at gera aðrar fasilitetir, sum kunnu draga fólk til. So alt, sum fer at verða ein fyrimunur fyri Vága Floghavn verður eisini ein fyrimunur fyri okkara kommunu, okkara øki og alla oynna.

 

-Talan er um eina íløgu uppá umleið 360 mill. Kr. Hvussu fer hetta ítøkiliga at síggjast aftur.

 

-Tað at arbeiði fer at vera í eini trý ár í sambandi við útbygging fer at síggjast aftur í arbeiðsplássum og eftirspurningi eftir vørum og tænastum sum heild. Vit sum kommuna skulu síggja uppá økið longri enn trý ár fram, vit skulu hyggja uppá framtíðina. Fyri okkum hevur tað tí havt sera stóran týdning, at vit eru við í tí, sum Vága Floghavn tekst við. Vit hava sagt okkum viljað hjálpa til við tí vit kunnu. Men fyri góðum ári síðani byrjaðu vit við eini verkætlan við floghavnina, sum er eitt vinnuøki. Tað liggur tætt uppat okkara floghavn. Og fer tað at ávirka tey, sum skulu brúka økið, at floghavnin er so tætt við. Tí fer tað at vera eitt attraktivt øki. Alt í alt haldi eg, at við at vit arbeiða saman við Vága Floghavn fyri, at hetta projektið kann gerast veruleiki, kann tað hava eina positiva ávirkan fyri okkum.

 

Í løtuni eru tveir bygningar á nýggja økinum, ein timburmansfyritøka og ein gólváleggingarfyritøka. Vit hava so einar 2-3 umsóknir liggjandi, og vit hava pláss fyri kanska eini tíggju aftrat. Økið er eisini nóg stórt til at byggja út víðari.

 

Alternativ flogbreyt í Klovanum

Tá vit tosa um flogvallarútbygging, so er tað fyrst og fremst útbygging av verandi vølli. Men tosað verður eisini um at byggja nýggjan flogvøll, og her eru fleiri pláss kring landið nevnd. Í seinatuni hava vit so hoyrt um eina ætlan at gera ein alternativan vøll í Vágum, nær verandi flogvølli, soleiðis at man eisini kann fáa synergiir burtur úr at brúka verandi vøll. Hvar liggur tað málið spurdu vit Jákup Suna Lauritsen!

 

-Tað var soleiðis, at undan bæði fólkatingsvalinum og løgtingsvalinum kom Sørvágs kommuna við uppskoti um ein nýggjan flogvøll í Klovanum. Tað er so eitt uppskot, sum kemur frá okkum og er nógv gjørt við at fáa illustrerað hetta og hevur ráðgevarafyritøkan Munin gjørt eitt stórt arbeiði. Munin er farið víðari til Rambøll í Danmark, sum nettupp arbeiðir við flogvallarútbyggingum, og eftir tær kanningarnar, so síggja vit, at hetta er ein verkætlan , sum er rættiliga áhugaverd og væl undirbygd. Vit kunnu við teimum hæddarkurvum og skurðum vit hava gjørt síggja, hvussu innflúgvingarmøguleikarnir eru, hvussu lendið kann brúkast osfr. Sjálvur haldi eg, at hetta er ein góð verkætlan og er betri undirbygd av Munin og Rambøll enn fleiri aðrar alternativar útbyggingar.

 

Alt ov dýrt at umsita tveir vøllir

-So vit tosa um at sláa tvær flugur við eitt?

 

-Tað, sum er so týdningarmikið, tá man tosar um slíkar útbyggingar er sjálvandi, at tað kostar at byggja tvs. tað hetta kostar eina ferð. Men tað, sum tað kostar hvørt ár at reka.

 

Vága floghavn hvørt ár, tað er tað, sum í veruleikunum merkir nakað fyri Føroya land. Um ein flogvøllur kostar 30 mill. kr. at reka, so kostar hann tað hvørt ár. Og hava vit tveir flogvøllir, sum skulu rekast, so hava vit tvær ferðir 30 mill. hvørt ár, og tað hevur Føroya land ikki ráð til. Tí haldi eg, at ein alternativur flogvøllur, ein hjáflogvøllur ella hjábreyt til verandi vøll við verandi facilitetum gevur tað rætta til Føroya land, tí vit eru ikki so nógv í Føroyum, sum skulu gjalda alt hetta.

 

Sørvágur og Sørvágs kommuna er mítt hjartamál, men tað ger ikki, at man fyri landið alt eisini hevur ábyrgd fyri at gera tað rætta. Nú hevur man í so nógv ár tosað um henda og handa og hin vøllin, og tað vilja altíð vera argumentir fyri og ímóti. Men sjálvur haldi eg, at um tað er so, at vit kunnu prógva, at flogbreyt í Klovanum er ein góð loysn, so hevur synergiineffektin tvs. hjábreytin til verandi vøll ein sera stóran týdning í rakstrinum eisini, og tað haldi eg vit øll í Føroyum mugu taka við. Tað er eingin meining í at gera tveir vøllir bara fyri at gera tað.

 

Jákup Sune Lauritsen sigur, at tey hava verið og tosað við nevndina fyri flogvøllin og greitt teimum frá Klovaprojektinum. Málið liggur hjá nevndini fyri Vága Floghavn, sum eigur fasilitetirnar í Vágum. Hon stendur fyri útbyggingini.

 

-Soleiðis sum eg kundi hugsað mær tað, hóast hetta ikki liggur hjá Sørvágs kommunu, so haldi eg tað hevði verið skilabest, um man hugdi eftir hesi hjábreytini sum eitt alternativ. Og at vit kanna teir møguleikar, sum liggja í hesum projektinum og siga, at hetta er tað vit stíla móti í framtíðini. Og líkasum gevast við at tosa um allar møguligar aðrar loysnir og heldur konsentrera okkum fult út um hetta projektið, at longja verandi flogvøll og síðani at hyggja eftir hjábreytini og fáa optimal viðurskifti í Føroyum. Føroyar hava brúk fyri einum porturi út í heim, og tað er sera týdningarmikið, at tað porturið er gott.

 

Gloymið Glyvursnes

-Men tað eru jú sterkar kreftir í eitt nú høvuðstaðarøkinum at fáa einnflogvøll á Glyvursnesi so tætt upp at Havnini, har tey flestu fólkini búgva og arbeiða.

 

-Sjálvur haldi eg, at teinurin frá flogvøllinum til meginøkið er so mikið lítil, at tað er ikki vert at tosa um, tí tá man tosar um, hvat er økonomiskt best fyri okkara land, so er tað, at vit øll skulu gjalda. Nú er Vága Floghavn so væl fyri, vit hava ein undirsjóvartunnil, sum hevur kostað nógv, og vit hava eitt infrakervi, sum er rættiliga gott, og tí haldi eg ikki, at vit skulu tosa um at leggja ein nýggjan flogvøll aftrat her ella har. Gerið Vágoynna til flogvallaroynna burturav.

 

Jákup Sune Lauritsen sigur at enda, at Sørvágs fjørður er ikki poppulerur at flúgva inn í gjøgnum, tað vita vit øll, men við at gera eina hjábreyt í Klovanum, so koma vit at minka um innflúgvingarnar gjøgnum Sørvágsfjørð við eini helvt kanska. Tvs. at man kemur at brúka Klovan í teimum ringu ættunum, og á tann hátt kemur man at supplera so øgiliga væl við verandi vøll. Fólki dáma ikki væl at flúgva inn gjøgnum Sørvágsfjørð, og tá tú hevur ein nýggjan vøll eisini, hevur tú møguleika til at broyta tað so, at innflúgvingar verða gjøgnum Klovan ístaðin.