Tveir filmar um Bush eru á veg

Sjónleikararnir Thomas Howell og Josh Brolin skulu spæla við í hvør sínum filmi um nógv umtalaða og útskeldaða forsetan í USA. Mikudagin segði Oliver Stone frá, at Brolin skal spæla Bush í nýggja filminum hjá Stone ?W? og leygardagin hermdi Sanginitto við at siga, at hann í næstum eisini fer undir at gera ein nýggjan film um forsetan ?Commander-And-Chief?, har Howell hevur fingið heiðurin av at spæla Bush.

Hóast filmarnir fara at snúgva seg um sama forseta, verður innihaldið í teimum rættiliga ymiskt.

Filmurin hjá Stone fer at snúgva seg um søguna handan Bush; vit fáa her sambært Stone eitt gott innlit í lívið og karrieruna hjá forsetanum. Afturat Brolin koma Hollywoodstjørnur sum Elizabeth Banks, Ellen Burstyn og James Cromwell eisini til at spæla við í filminum.

Filmurin hjá Sanginitto fer sum nevnt at verða nakað øðrvísi. Keldur siga frá, at hann í støðum vísir so lítla virðing fyri amerikanska forsetanum, at man kann ivast í, um filmurin yvirhøvur snýr seg um hann. Sjálvur sigur Sanginitto tó frá, at eingin ivi kann vera um, at filmurin snýr seg um Bush. Filmurin verður sambært honum bæði stuttligur og áhugaverdur at hyggja eftir.