Tveir føroyskir sigrar í fyrsta umfari

eFótbóltur: Føroyar vunnu á Wales og Andorra í fyrstu undankappingini til eEURO2020.

Føroyska eLandsliðið í spælinum PES til Playstation hevur í dag spælt fyrsta umfar í undankappingini til eEURO2020.

Henrik Skov og Virgar Tróndesen umboðaðu Føroyar og spældu ímóti Wales, Andorra, Ukraina, Montenegro og Italia.

Føroyar løgdu væl fyri við samlaðum sigrum á Wales og Andorra, men síðani gjørdist mótstøðan munandi harðari.


Úrslitin - bólkur H:

F'øroyar - Wales 3-1

Føroyar - Andorra 3-1

Føroyar - Italia 4-10

Føroyar - Montenegro 2-6

Føroyar - Ukraina 2-13


Støðan - bólkur H:

1. Italia, 13 stig

2. Montenegro, 11 stig

3. Ukraina, 10 stig

4. Føroyar, 6 stig

5. Andorra, 3 stig

6. Wales, 0 stig

 

Seinna umfar verður leikt um tvær vikur, mánadagin 30. mars.

 

##med2##

Heðin Skov spælir dyst, meðan liðfelagin, Virgar Trondesen, stuðlar.