Søvn Landsins hava, í samstarvi við Kulturstyrelsen í Danmark, víst á tvey støð í Føroyum, sum verða mett at hava serligt søguligt og mentanarligt virði, tá talan er um leiklut Føroya í kalda krígnum.
Talan er um Loran-C støðina á Eiði og hernaðarstøðirnar í Mjørkadali og á Sornfelli.
Sámal T.F. Johansen, leiðari á Landsskjalasavninum, hevur umboðað Søvn Landsins í arbeiðsbólkinum, sum hevur víst á 25 støð í Danmark, seks støð í Grønlandi og tvey støð í Føroyum og sum hava serligan týdning fyri kalda kríggið.
Mett verður, at júst hesi bæði verkløgini eru serliga væl hóskandi at siga frá leikluti Føroya í kalda krígnum og um hernaðarligu útbyggingina, ið hendi tá.
Endamálini við at vísa á júst hesi støð eru partvís at gera almenningin varugan við, at hesi støð hava mentanarlig virði og partvís at geva myndugleikum og eigarum eitt fakligt útgangsstøði at byggja framtíðar tilrættislegging á.
Søgurnar um støðirnar vísa, at hernaðarliga útbyggingin í Føroyum var nær knýtt at politiskum áhugamálum í vesturlendsku hernaðarsamgonguni NATO og kanska serliga USA, siga tey á Søvnum Landsins.